KT-tænastur, ið halda fyritøkuni koyrandi.

Vit hjálpa tær at verja dátur, tryggja raksturin og menna loysnir, sum gera arbeiðsdagin smidligari. Við støði í tørvinum hjá tínari fyritøku finna vit loysnir, sum hóska til tín rakstur.

Backup og endurgerð

Tryggja tínar dátur við einari álítandi backuploysn frá Acronis. Vit hjálpa tær at verja týdningarmiklar upplýsingar og endurgera tær, um óhapp, tøknilig brek ella KT-álop koma fyri.

Spyr um backup

Hvat er við

  • Automatiskt backup av teldum, servarum ella cloud dátum.
  • Endurgerð av fílum og heilum skipanum.
  • Uppseting, yvirvaking og viðlíkahald.

KT-Trygd

Verj fyritøkuna móti talgildum hóttanum við einari KT-trygdarloysn frá Acronis. Vit hjálpa við at fyribyrgja álopum, verja skipanir og tryggja ein støðugan rakstur.

Spyr um KT-trygd

Hvat er við

  • Verja móti ransomware, malware og øðrum hóttanum.
  • Yvirvaking og viðlíkahald av trygdarloysnum.
  • Ráðgeving um KT-trygd og fyribyrging.

Sergjørd forrit

Vit menna forrit og talgildar loysnir, sum eru lagaðar til tørvin hjá tínari fyritøku. Endamálið er at gera arbeiðsgongdir einfaldari, automatisera uppgávur og gera gerandisdagin munadyggari.

Tosa við okkum um tína verkætlan

Hvat er við

  • Ráðgeving og greining av tørvi.
  • Menning av sergjørdum forritum og automatiseringum.
  • Viðlíkahald og víðari menning eftir tørvi.

Ofta spurdir spurningar

Skal eg vera KT-kønur?

Tað er ikki neyðugt. Vit standa fyri uppseting, yvirvaking og samskifta á gerandismáli.

Hví skal eg brúka backup?

Backup hjálpir tær, um teldan gongur fyri, verður hakkað, ella okkurt av óvart verður strikað.

Hvat kosta sergjørd forrit?

Aftaná okkara fyrsta prát, gera vit eina kostnaðarmeting og geva tær ein prís.

Hvat hevur tú tørv á?